Avgreið lønir skjótt og lætt

Løttløn er ein standard lønarskipan, ið Formula hevur ment til tann føroyska marknaðin.

Les meira um Løttløn

Hví nýta Løttløn?

Skipanin er løtt at brúka og er væl egna til smærri eins væl og størri fyritøkur. Skipanin er moduluppbygd, so tú fært eina skipan, ið hóskar til júst tín tørv. Skipanin verður støðugt ment, so hon til eina og hvørja tíð lýkur tey krøv, sum verða sett.

Standard hentleikar í Løttløn

Løttløn er ment í samstarvið við føroyskar fyritøkur, yvir mong ár. Tískil er skipanin uppbygd soleiðis, at standard hentleikarnir nøkta tørvin hjá flestu fyritøkum.

Møguleiki fyri eyka hentleikum

Harafturat kunnu fleiri hentleikar keypast afturat, alt eftir hvønn tørv tygara fyritøka hevur.

Sambindingar við Løttløn

Við at sambinda Løttløn við aðrar skipanir, gerst lønarhandfaringin enn smidligari. Her eru nøkur dømir uppá sambindingar við aðrar loysnir frá Formula.

Fá eitt tilboð

Bókingarlistar í Microsoft Business Central

Við at sambinda Løttløn og Business Central (Dynamics Nav), fáa tit útlisið bókingarlistar beinleiðis inn í Business Central. Harafturat ber til at lesa frádráttir, so sum keyp av vørum, beinleiðis frá debitor kortinum hjá løntakarnum, sum síðani verður trekt av lønini.

Les meira um Business Central

Innles tíð frá Totalview tíðarskráseting

Sambindingin við Totalview Time loyvir tykkum at lesa tímar beinleiðis inn í kladduna í Løttløn, við rætta tíma satsi. Henda sambinding loyvir tykkum eisini at býta tímarnar og lønarútreiðslurnar út á m.a. sakir, dimensiónir og V-tøl, um tørvur er á tí.

Les meira um Totalview

Løntakarar beinleiðis yvir í Totalview HR

Totalview HR kann lesa upplýsingar úr Løttløn. Eitt nú ber til at fáa løntakarar beinleiðis yvir í Totalview HR við stamupplýsingum, arbeiðstøðum, arbeiðsbrøkum v.m. Tað ber eisini til at fáa lønarútreiðslur leypandi inn í HR skipanina, so at tit til eina og hvørja tíð vita, hvat deildir ella starvsfólk kosta.

Les meira um Totalview HR

Vel okkum, tí tað er úrslitið, sum telur

Á Formula halda vit, at tað er úrslitið sum telur. Okkara aðalmál er at virka fyri, at okkara viðskiftafólk fáa optimerað teirra virksemi og harvið økja teirra produktivitet. Vit menna og veita loysnir, ið skapa meirvirði fyri kundan umvegis størri inntøkur og/ella færri útreiðslur.

Fá eitt tilboð