LøttLøn er ein lønarskipan, sum formula.fo hevurer ment frá grundini av til tann føroyska marknaðin. Lønarskipanin hóskar væl til bæði smærri og størri virkir. Hon er skipað á tann hátt, at hvørt einstakt virki einans keypir teir hentleikar, ið tørvur er á. Neyðugt er ikki at skifta skipan so hvørt sum virksemið økist. Talan er um eina standard skipan, sum er ment til tørvin hjá føroyskum lønarútgjaldarum. Skipanin er so fjøltáttað í bygnaði, at hon kann uppsetast til einhvønn tørv. Skipanin verður støðugt ment, soleiðis at hon alla tíðina lýkur krøv sum koma við tíðini. Bæði teknisk krøv og tá ið viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum krevja tað. Lønarskipanin hevur eina sera brúkaravinarliga og einkla brúkaraflatu, sum er sera løtt at yvirskoða og brúka. Talan er um nútímans Windows brúkaraflatu og hetta hevur við sær, at skjótt er at læra at nýta skipanina. Brúkarin kennir seg beinanvegin heima, tí hann kennir brúkaraflatuna frá øðrum Windows forritum.
|